Jump to content

Sandavágur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 9. okt 2023 kl. 10:33 av InternetArchiveBot (kjak | íkøst) (Rescuing 1 sources and tagging 1 as dead.) #IABot (v2.0.9.5)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)
Sandavágur
Sandevåg (danskt)
Bygd
Sandavági
Sandavági
Land  Føroyar
Sýsla Vágar
Oyggj Vágar
Kommuna Vága kommuna
Íbúgvar 973 (2021)[1]
Postnummur FO-360
Markatal 48-00-00

Sandavágur er ein bygd í Vágum. Sandavágur er tríggjar ferðir kosin at vera best røkta bygd í Føroyum. Tað hendi í 1997, 2003 og aftur í 2008.[2] Í Sandavági eru ymisk felagshús. Við fótbóltsvøllin er SÍF-húsið, og harumframt eru eisini onnur felagshús, t.d. kirkja, samkomuhús til kristiligar fundir og losjan Vakhús. Í bygdini er eisini ein viðarlund, Viðarlundin á Abbreyt.

Ítróttur

[rætta | rætta wikitekst]

Sandavágs Ítróttarfelag varð íbirt 11 nov. í 1906.

Í Sandvági er eitt virkið ítróttarfelag – SÍF, sum stendur fyri "Sandavágs Ítróttar Felag". Virksemið hjá felagnum fevnir um fótbólt, hondbólt, flogbólt og kappróður. Ørnin hevur vunnið FM í 5-mannaførum við kvinnum árini 1988, 1990, 1991, 1997, 1998 og 2006.[3] Í bestu fótbóltsdeildini manna bygdirnar Sandavágur og Sørvágur eitt felags lið undir heitinum 07 Vestur. Ítróttarhúsið í Sandvági virkar sum eitt bygdar- og ungdómshús. Tað er karmur um so at siga alt felagslív í bygdini. Gjørdur er graslíkisvøllur og hús til ítróttafelagið á Valloyruni. SÍF húsið er mentanarmiðdepil í bygdini; har eru fundir, brúdleyp, veitslur, dansur o.a.

Sandavágur - FO 511 - Postverk Føroya, 2005.
Sandavágur.
Viðarlundin á Abbreyt og Malinstindur (683 m.).
Ørnin er kappróðrarbátur hjá SÍF, róðrardeild.
Kappróður, 8-mannaførini, á Vestanstevnu 2012 í Sandavági.

Sandavágur er gomul bygd; men vit vita ikki við vissu, hvussu gomul hon er. Í bøstykkinum, sum rópt verður í Toftini, tað er har, sum bygdarráðshúsið nú er, hava fornfrøðingar grivið hústoftir út, sum teir halda hava verið bústaðir seinast í víkingaøld.

Í Eingjartoftum, sum er millum býlingarnar Sandar og Steig, varð funnin ein rúnasteinur í 1917, ið seinni fekk navnið Sandavágssteinurin. Innskriftin verður lisin soleiðis: Torkil Onundarson eystmaður av Rogalandi bygdi henda stað fyrst. Rúnakønir menn siga, at rúnasteinurin er frá umleið ár 1200. Hildið verður tí, at hesin Torkil Onundarson er tann fyrsti, sum bygt hevur á tí staðnum í bygdini. Rúnasteinurin stendur nú í Sandavágs kirkju.

Stórur og seyðaríkur hagi liggur til bygdina, 24 merkur á Sondum og 24 merkur á Steig. Í 1555 var Steigargarður lagdur til løgmansembætið. Hetta kom í lag við kongsbrævi, dagfest 19. mars. Flestu løgmenninir fluttu á Steig at búgva. Íløgmanstíðini setti løgmaður sín dám á bygdina á mangan hátt, eitt nú kirkjuna. 1816 var løgtingið avtikið og løgmansembætið niðurlagt, og Steigargarður var seldur í 1822; tá høvdu 17 løgmenn verið í hesum embætinum. Seinasti løgmaðurin æt Jørgen Frants Hammershaimb (18051816). Sonur hansara, Vencil Ulrik Hammersheimb, var føddur á Steig í 1819. Hann gjørdist væl kendur millum føroyingar, tí at hann legði grundina undir føroyska skriftmálið, og hann gav út ymsar bøkur á føroyskum. Føroyingar reistu honum prýðiligan minnisvarða á Steig í 1919.

Tá ið løgmansgarðurin varð seldur, var jørðin lutað sundur í átta lutir. Tríggjar merkur hvør. Bæði sandavágsmenn og fremmandir menn keyptu, og summir teirra fluttu í bygdina at búgva. Hetta hevði týdning fyri bygdarlívið og eisini búskaparligan týdning.

Í bóndasamfelagnum vóru høvuðsvinnuvegirnir annaðhvørt jarðarbrúk ella útróður. Um aldarskiftið fingu sluppirnar rættiligan týdning. Fólksins lívskor og viðurskifti broyttust. Í 1895 varð fyrsta skipið keypt til Sandavágs, og so við og við komu fleiri skip aftrat, so at í fyrra krígnum vóru 20 skip.

Størsta handilsvirkið og reiðaravirkið hevði Jógvan Elias Thomsen í Haraldsstovu. Fyrsta skipið keypti hann í 1906, og í 1920 reiddi hann 14 skip út. Tíðliga fór hann at turka fisk frá skipum og útróðrarbátum, og turkihús bygdi hann úti í Gjógv.

Aðrir góðir vinnulívsmenn hava eisini verið, eitt nú feðgarnir Niels Jacob og Hjalmar Nielsen, Eivind Rasmussen og Zacharias Nielsen. Zacharias Nielsen bygdi sær nútíðar turkihús, og í fimmtiárunum og sekstiárunum var nógvur fiskur turkaður har. Hann reiddi nøkur skip út, sum hann átti saman við øðrum, og línuskipið Reynsatind, sum hann átti einsamallur.

Samvinnufelagið hevur átt fleiri trolarar. Í 1984 keyptu teir stásiliga rækjutrolaran Høgafoss. Samvinnufelagið hevur verið týdningarmikil arbeiðsgevari í bygdini. Onkuntíð varð maður út næstan øðrum hvørjum húsi við trolara hjá felagnum. Høgifossur bleiv seldur av bygdini í 2005.

Onnur reiðaravirki, ið nú eru, eru: P/F Fossá, sum eigur Venus, P/F Hýsisá, sum eigur skipini Vesturtúgvu og Mars Chaser, og P/F Hans Pauli í Horni, sum eigur kemikaliuskipi Tóru.

Sandavágur er brimpláss, tí varð farið í samarbeiði við miðvingar at gera brimgarð og bryggju í Miðvági. Eisini bygdu teir flakavirkið, Snarfrost, í felag. Nú eigur Føroya Fiskavirking flakavirkið. Á Giljanesi er niðursjóðingarvirkið Kovin, har sjóað verður niður rogn og rækjur. Norðuri við Fútaklett er stór smoltstøð. Hesi virkini hava stóran búskaparligan týdning fyri bygdina. Annars er at nevna, at vakstrarhús, tannlæknastova, hárfríðkanarstovur, snikkaravirki, bilverkstaður, timburhandil, málingahaldil, klædnahandlar og aðrir handlar eru í bygdini.

Skúlin í bygdini er bygdur í 1896; fyri stuttum er hann gjørdur av nýggjum innan. Á Giljanesi bygdu báðar bygdirnar felagsskúla í 1961. Ítróttahøll varð bygd upp í skúlan í 1983. Tá vóru eisini gjørdar skúlastovur, skúlakøkur, smíðstova og bókasavn. Nógv virksemi er í ítróttarhøllini, bæði skúlin, ítróttarfeløgini og onnur brúka hana.

Sandavágur er gomul kirkjubygd og einki er at ivast í, at kirkjur hava verið í tí katólsku tíðini. Úr skrivligum keldum vita vit, at seks kirkjur hava verið í bygdini. Niðri á Oyru hava fýra kirkjur staði. Kirkjan, ið nú er, er bygd í 1917. Magnus á Kamarinum, arkitektur, úr Havn teknaði kirkjuna og stóð fyri byggingini. Meiniheitshús varð bygt í 1926. Nú er nógv bygt upp í tað. Har eru sunnudagskúli, møti, ungdómsmøti og annað kristiligt virksemi. Losja Vakhús, sum er fráhaldsfelag, varð stovnað fyrst í tríatiárunum, og nøkur ár seinni bygdu teir sær hús.

Prýðiligt bygdarráðshús er bygt í 1982. Avtrat kommunalu fyrisitingina, eru Vága Sjúkrakassi, Vága Kunningarstova og Barnaverndartænastan fyri Vágar, Vestmanna og Kvívík, í húsinum eru eisini viðtalurúm til læknarnar.

Í Dagstovnurin Sóljugarði eru vøggustova, barnagarður og frítíðarheim, eini 80 børn eru í skipanini. Í Sóljugarði starvast 20 fólk.

Arbeitt verður við at gera nýggja útstykking í Sørpum, omanfyri vegin, har verða 30 grundstykkir. Meira enn helvtin av stykkinum eru umbiðin.

Bøtt er um tey tøkniligu viðurskiftini ymsastaðni í bygdini. Dentur er lagdur á at hava bygdina reina og vakra. Í 1997, 2003 og 2008 vann Sandavágur kappingina um at gerast best røkta bygd í Føroyum.

Sandavágs kirkja

[rætta | rætta wikitekst]

Í Sandavágs kirkju stendur ein av fáu føroysku rúnasteinunum.

Sandavágssangurin

[rætta | rætta wikitekst]

Sandavágssangurin varð yrktur til eina vestanstevnu, sum varð hildin í Sandavági. Jóhannes Olsen (pápi Knút Olsen) yrkti orðini til lagið Venner ser på Danmarks kort, men seinni hevur Knút Olsen smíðað lag til sangin.

Rithøvundar

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Hagstova.fo
  2. US.fo, Dálking og vernd, Umhvørvisátakið 2008, Vinnarar 2008[deyð leinkja]
  3. "Drekin.fo, Ørnin". http://drekin.fo/default.asp?page=teams&mode=boatinfo&boatID=22. Heintað 2012-07-18. 
  • Halga stund, ber signing og frið. Í: Jólaboð 2006.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið