FARC
Fólksins Herur er best kendur sum FARC (stytting fyri Fuerzas armadas revolucionarias de Colombia) ella FARC-EP. Hetta er ein marxistiskur-leninistiskur uppreistrarherur í Kolumbia, sum hevur stríðst síðandi 1964. FARC er hernaðarligi vongurin hjá kommunistaflokkinum í landinum. ES, USA [1], Avstralia, Kanada, v.f. meta FARC sum ein yvirgangsbólk, meðan lond sum Kuba, Venesuela, Kili og Brasil meta bólkin sum ein sum stríðist fyri frælsi. FARC hevur fíggja sítt virksemi við millum annað at leggja skatt á bøndur sum framleiða kokain [2], og teir eru eisini kendir fyri at hava burturflutt fólk. Kendasta burturflytingin var av forsetavalevninum Íngrid Betancourt, ið sæt fangi í seks og eitt hálvt ár frá februar 2002 til juli 2008 [3].
Mett verður, at FARC hevur umleið 8.000 limir. Tann vinstrasinnaða uppreistrarrørslan hevur ligið í stríði við tann kolombiska stjórnarherin í uml. 50 ár.
Hendingarøð
[rætta | rætta wikitekst]- 1964: FARC verður stovnað sum ein vápnað undirdeild hjá kommunistaflokkinum
- 2002: FARC er í hæddini við 20.000 hermonnum, ið hava tamarhaldið á triðinginum av landinum
- 2008: Ringasta árið hjá FARC, sum tapir fleiri stríð
- 2012: Friðartingingar byrja í Havanna
- 2016: Friðaravtala undirskrivað
Kelduávísingar
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.state.gov/j/drl/rls/hrrpt/2002/18325.htm
- ↑ http://news.bbc.co.uk/2/hi/americas/1746777.stm
- ↑ http://news.bbc.co.uk/2/hi/americas/7486552.stm