James Dean
James Dean | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 8. feb 1931 í/á Marion |
Andaðist | 30. sep 1955 í/á Cholame |
Deyðsorsøk | car collision |
Alma mater | UCLA School of Theater, Film and Television, Santa Monica College, University of California, Los Angeles, Fairmount Public School |
Starv | filmsleikari, sjónvarpsleikari, sjónleikari á palli, racing automobile driver, sjónleikari |
Trúgv | Quakers |
Foreldur | móðir Mildred Marie Wilson faðir Winton Dean |
Mál | Franskt mál, Enskt mál |
Undirskrift | |
Heimasíða | http://www.jamesdean.com/ |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000121335211 |
VIAF | 54199008 |
LCAuth | n50040427 |
IMDB | nm0000015 |
Commons | James Dean |
James Byron Dean (8. februar 1931 - 30. september 1955) var ein amerikanskur sjónleikari. Hann er eitt kultur ikon í USA og kring heimin, serliga eftir filmin Rebel without a Cause (1955) har hann spældi rebelska tannáringin "Jim Stark". Tveir aðrir leiklutir vóru við til at gera James kendan. Tað vóru "Cal Trask" í East of Eden (1955), og Jett Rink í Giant (1956). James náddi bert at verða krediteraður í hesum trimum filmum, áðrenn hann doyði í eini bilvanlukku sum 24 ára gamal í 1955.
James var heimsins fyrsti sjónleikari at fáa eina Oscar tilnevning eftir deyða sín, og er enn tann dag í dag (2015) tann einasti, ið hevur fingið tvær slíkar tilnevningar.[1] Í 1999 varð hann valdur av American Film Institute, sum átjandi besti mannligi sjónleikari á lista teirra 100 ár...100 stjørnur. Í 2005 var hann nummar 69 á sama lista.[2]
Lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]James Dean var føddur tann 8. februar 1931 í Indiana í USA. Hann hevði eitt øgiliga tætt samband við mammu sína. Michael DeAngelis fortaldi seinni at "hon var tann einasta sum skilti hann".[3] Í 1938 bleiv mamman knappliga sjúk, og byrjaði skjótt at missa vekt. Hon doyði stutt aftaná av krabbameini tá James var bert 9 ára gamal.[4]
Pápi James sá seg ikki føran fyri at taka sær av soni sínum, og sendi hann tá til fastir James og mann hennara. Tá James varð tannáringur, gjørdist hann vinur Methodist prestin James DeWeerd. DeWeerd hevði stóra ávirkan á framtíðar áhugamál James, sum vóru tarvabardagi (bull fighting), rasarakoyring og drama.[5] Billy J. Harbin vil vera við at James hevði havt eitt "intimt samband" við presti sínum, sum byrjaði á síðsta ári hansara í miðnámskúla, og vardi í fleiri ár. [6] Kynsliga samband teirra varð seinni, tosað um í bókini Boulevard of Broken Dreams: The Life, Times, and Legend of James Dean, sum Paul Alexander skrivaði og útgav í 1994.[7] Í 2011 kom fram at James einaferð hevði fortalt Elizabeth Taylor í trúnaði, at hann hevði verð kynsliga misnýttur av einum presti, umleið 2 ár aftaná at mamma hansara doyði.[8] Aðrar greinar og rannsóknir um lív James Dean, vilja vera við at James antin varð misbrúktur av James DeWaard, ella at teir høvdu eitt kynsligt samband tá James var síðst í tannárunum.[7]
James var ein miðal næmingur í miðnámskúla sínum Fairmount High School. Hann var tó ein vælumtóktur næmingur, sum spældi bæði baseball og kurvabólt, las drama, og kappaðist í tosa almennt við the Indiana High School Forensic Association. Aftaná at útskrivast frá miðnámsskúlanum í 1949, flutti James til Kalifornia við hundi sínum Max, at búgva saman við pápa sínum og konu hansara. Hann byrjaði í Santa Monica Collage har hann las løgfrøði, men skifti síðani skúla til The University of California, Los Angeles (UCLA) og skifti lærugrein til drama. Nakað sum pápa hansara dámdi lítið.[9] Meðan James gekk í UCLA, varð hann valdur útav 350 sjónleikarum at leika Malcolm í leikinum Macbeth.[10] Í januar 1951 gavst James í UCLA, og valdi heldur at royna eydnuna sum fulltíðar sjónleikari.[11]
Leikritshøvundurin William Bast var ein av tættastu vinum James. Í fylgi fyrstu bókarinnar um lív James í 1956, deildu James og William kamar á UCLA, og seinni í New York, og hann kendi William James tey síðstu fimm árini av lívi hansara. 50 ár eftir deyða James, viðurkendi William at vinskap teirra hevði innihaldið nakað av kynsligum intimiteti.[12]
Ímeðan James gekk á UCLA, gekk hann saman við CBS sjónleikarinnuni Beverly Wills, og einum floksfelaga, Jeanette Lewis. James og William fóru ofta á "double date" við teimum báðum. Beverly Wills gekk síðani einsamøll við James, og fortaldi fyri William at hon og James vóru forelskaði. Samband teirra endaði, aftaná at James bleiv illur inná ein annan mann, ið bjóðaði Beverly upp til dans. "Jimmy sá reytt. Hann tók í hálsmálið á dreinginum, og hótti at geva honum tvey blá eygu," segði hon.[13] James hevði eisini hildið sambandið við eina damu, Barbaru Glenn, sum hann hevði gingið saman við í New York í 2 ár. Kærleiksbrøv teirra seldust á auktión í London í 2011 fyri 36.000 dollarar.[14][15]
Mest kenda kærleiksamband James, var við italiensku sjónleikarinnuni Pier Angeli. James møtti Pier í Warner Bros. filmstudioinum, har tey arbeiddu í ymiskum leikhølum. Tey plagdu at deilast um smúkkur sum kærleikstekn.
Í bók síni um lív sítt, ið kallaðist East of Eden, noktaði leikstjórin Elia Kazan, at James hevði nakra serliga eydnu við kvinnum, men mintist tó afturá, at hava hoyrt James og Angeli elskast í skiftirúmi James. Elia segði "James altíð hava eitt ósikkurt samband við damur sínar."[16]
Tey, ið halda at James og Pier vórðu djúpt forelskaði, vilja vera við at fleiri faktorar vóru við til at samband teirra slitnaði. Mamma Pier dámdi ikki klædnaburð og atburð James: T-skjúrtur, seinar avtalur, skjótir bilar, og at hann ikki var katolikkur. Mamma Pier meinti, at slíkur atburður ikki kundi viðgangast í Italia. Warner Bros., har James arbeiddi, royndu at tosa hann frá at giftast, fyri ikki at missa ímyndina av honum sum einum ungkarli, og sjálvur fortaldi hann Pier at hann ikki vildi giftast.[17] Richard Davalos, ið leikti saman við James í East of Eden, segði tó at James gjarna vildi giftast við Pier, entá lata børn teirra uppdragast í katólsku trúnni.[18]
Eftir at hava innspælt leiklut sín í East of Eden, fór James í eina stutta ferð til New York í oktober 1954.[13] Ímeðan hann var burtur, almanna kunngjørdi Pier knappliga trúlovan sína til italiensk-amerikanska sangaran Vic Damone. Fjølmiðlarnir vóru tiknir av bóli, og James vísti sína irritatión yvir fyri teimum.[12] Pier Angeli og Vic Damone giftust mánaðin eftir. Slaturbløð hildu tí fram, at James hevði fylgt við vígsluni hinumegin vegin á motorsúklu síni, og entá reist motorin undir vígsluni í protest. James svaraði teimum aftur, og noktaði at finna uppá nakað so "býtt".[17]
Onnur, harímillum William Bast og Paul Alexander, vilja vera við at samband James og Pier, bert var eitt stunt fyri almenningsins skyld.[19] Esmee Chandlee, ið starvaðist sum miðlaskrivari í studio Pier hjá Metro-Goldwyn-Mayer, hevði havt úr at gera, at goyma samband Pier og sjónleikarans Kirk Douglas. Hon vildi meina at Pier var nógv meira "smittað av Kirk enn Jimmy Dean".[20]
Pier Angeli tosaði bert einaferð almennt, um samband sítt við James Dean, í eini samrøðu, har hon gav lýsingar av romantiskum ástarfundum á strondini. John Howlett, ið skrivaði lívsøgu James, segði hetta vera ynskifullar fantasiur,[21] og William Bast var einigur.[12] Joe Hyams, sum kendi James, segði í lívsøgu James sum hann útgav í 1992, at hann hevði vitjað James, júst sum Pier yvirgav heim hansara, stutt aftaná at hon hevði gift seg við Vic Damone. James hevði grátið og fortalt Joe, at Pier hevði fortalt sær at hon var við barn, og at James trúði at barnið var hansara.[22]
Pier varð skild við Vic Damone, og giftist seinni uppaftur og varð skild aftur við seinna manni sínum, italienska film tónaskaldinum Armando Trovajoli. Hon er søgd at hava fortalt vinum sínum at James var hennara lívs kærleiki. Pier doyði av egnari hond (sjálvmorð) í 1971 39 ára gomul. Í 1997 varð sjónvarpsfilmurin Race with Destiny útgivin, ið vísti tí røttu myndina av kærleiksambandi Pier og James. Filmurin varð upptikin á staðnum "har hann livdi og elskaði" upptil deyða sín.[23]
Sjónleikarinnan Liz Sheridan, vildi eisini vera við, at hon og James høvdu havt eitt stutt kærleiks samband í New York í 1952.[24] Tá hon tosaði um meinta samband í 1996, greiddi hon soleiðis frá: "Tað var gandakent, og fyrsti kærleikin hjá okkum báðum."[25] Aftur her var William Bast skeptiskur um hendan sanna kærleikan, og segði at James og Liz, høvdu ikki brúkt nógva tíð saman.[12] Liz endurgav minningar sínar í bók síni Dizzy & Jimmy: My Life with James Dean; A Love Story í 2000.
James gekk eisini saman við sveisitsku sjónleikarinnuni Ursulu Andress í eitt tíðarskeið. "Hon varð sædd koyrandi um aftanfyri á motorsúklu James runt um Hollywood" skrivar Darwin Porter, ið eisini hevur skrivað lívsøgu James. "Hon varð eisini sædd saman við James í sportbilum hansara, og var saman við honum dagin sum hann keypti bilin, ið hann seinni læt lív í."[26] Somu tíð var Ursula eisini involverað við Marlon Brando. Ursula minnist soleiðis aftur á tíðina saman við James: "Hon kom seint heim til mín. Hann kom inn sum eitt villt djór, og luktaði av øllum, ið mær ikki dámdi. Vit fóru út og lurtaðu eftir jazz musikki, og hann fór frá borðinum. Segðist fara at spæla trummur, men hann kom ikki aftur. Mær dámdi ikki at vera einsamøll, so eg fór heim. Hann kom heim til mín seinni og bað orsaka." Hon legði afturat at Marlon Brando var "sera áhugaður í at fáa at vita frá Ursulu, hvør var betri elskari. Hann ella James Dean. Tað gjørdi hann svakan ikki at fáa tað at vita".[26]
Søgur gingu um at James hevði sloppið undan hertænastu við at skráseta seg sum samkyndan. Onki hald er í hesum søgum. James var sera nærsýntur, og brúkti brillur. Hann var eisini ein "Quaker", sum hevði verið ein góðkend orsøk at sleppa undan hertænastu.
Deyði
[rætta | rætta wikitekst]Rasarakoyring sum áhugamál
[rætta | rætta wikitekst]Í 1954 varð James áhugaður i eini rasarakoyring karrieru. Hann keypti fleiri akfør, aftaná at innspælingar av East of Eden endaðu. Ímillum annað keypti hann ein Triumph Tiger T110, og ein Porche 365.[27] Beint áðrenn innspælingarnar av Rebel Without a Cause, gjøgnumførdi hann sína fyrstu kappkoyring í Palm Spring Road Races, sum varð hildin í Palm Springs í Kalifornia tann 26. - 27. mars 1955. James rakk fyrsta pláss í kappingini fyri nýbyrjarar, og eitt annað pláss í almennu kappingini. Ein mánað seinni kappaðist hann í Bakersfield, har hann endaði sum nummar eitt í sínum flokki, og nummar trý sum heild.[28] James vónaðist eftir at kunna kappast í Indianapolis 500 kappingini, men tann upptikna arbeiðsætlanin, forðaði honum frá tí at verða veruleika.[29]
Síðsta kapping James var í Santa Barbara tann 30. mai 1955. Hann kom upp á fjórða pláss, men náddi ikki í mál, vegna trupuleikar við bili sínum.[30] James kappaðist ikki eftir hetta tí Warner Bros., bannaði alla kappkoyring, ímeðan innspæling av filminum Giant var í gongd.[31] James hevði innspælt allan sín leiklut, og filmurin var blivin sendur til viðgerðar, tá hann avgjørdi at fara at kappast aftur.
Vanlukka
[rætta | rætta wikitekst]James ynskti at sleppa at koyra kapp aftur, og skuldi eftir ætlan, koyra í Salinas í Kalifornia tann 30. september 1955.[32] James hevði verið viðmælt av týska bilmekanikaranum Rolf Wütherich, at koyra bil sín, Porsche 550 Spyder "Little Bastard", frá Los Angeles til Salinas, til at venjast bilinum. Í bilinum vóru James og Rolf, og í einum bili aftanfyri koyrdu Bill Hickman, ein stunt kordinator, og myndamaðurin Sanford Roth. Teir báðir seinnu skuldu fylgja Dean í kappingini. Klokkan 15.30 fingu báðir bilførarnir, James og Bill, eina bót fyri at koyra ov skjótt.[33]
Tá ferðaliðið var ávegis til kappingarstaðið á vegnum U.S. Route 466, klokkan umleið 17.15, royndi ein Ford Tudor frá 1950 at venda av vegnum og inn á eina avkoyring, men endaði mitt á vegnum. James kom koyrandi júst í tí løtu, náddi ikki at steðga, og koyrdi beint inn í bilin. Bilførarin á Ford bilinum slapp við minni skaðum. Rolf Wütherich kastaðist út úr bili James og yvirlivdi, ímeðan James sjálvur, kleimdist fastur og fekk fleiri deyðiligar løstir, ímillum annað ein brotnan nakka.[34] Ein kvinna við royndum innan sjúkrahúsverkið, var á staðnum og føldi ein veikan puls, men "deyðin sá út til a hava rakt eygablikkiligt". James var roknaður deyður við komu á Paso Robles War Memorial Hospital klokkan 18.20.[35]
Tíðindini um deyða James, tóku eina tíð at røkka dagbløðini í eystari parti av USA, men ferðaðust skjótt ígjøgnum útvørp og sjónvørp. Tann 2. oktober høvdu eitt ótal av amerikanskum og útlendskum miðlum umtalað deyða James.[36]Jarðarferð hansara varð hildin tann 8. oktober 1955 í Fairmount Friends Church í Indiana. Kistan varð afturlatin fyri at verja um tað illa løstaða líkið. Umleið 600 syrgjarir vóru til jarðaferðina, ímeðan 2400 fjepparar møttust uttan fyri bygningin at syrgja.
Ein rannsókn varð sett í verk tríggjar dagar eftir vanlukkuna í borgarskrivstovuni Paso Robles City Hall, har tað var mett, at orsøkin til vanlukkuna líkligast var, at koyrt var ov skjótt, og bilførarin av Ford akfarinum var gjørdur ósekur av nakrari brotsgerð. Tó var tosað við ein politimann, sum kom á vanlukkustaðið, í Los Angels Times í 2005. Politimaðurin segði, at metti hann útfrá vrakinum, og staðseting av líki James, hevði bilurin ikki kunnað koyrt skjótari enn 88 km um tíman (55 mph).[37] Sjálvt um nógv hava viljað verið við at James koyrdi ov skjótt er hetta aldrin vorðið sannað, av øðrum enn teimum, ið vóru á vanlukkustaðnum hendan dag.
Lívsleið innan sjónleik
[rætta | rætta wikitekst]Fyrsta sjónleikarastarv James fekk í sjónvarpi, var ein lýsing fyri Pepsi Cola.[38] Aftaná Pepsi lýsingina fekk James sín fyrsta tosandi leiklut, sum John the Beloved, í páskasendingini Hill Number One, sum handlaðu um endurreisn Jesus.
Aftaná hetta fekk James leiklutir í trimum ymiskum filmum sum eykaleikari: sum ein hermaður í Fixed Bayonets!, sum ein boksing venjari í Sailor Beware, sum var ein Paramount framleiddur skemtifilmur við Dean Martin og Jerry Lewis í høvuðsleiklutunum, og sum ein unglingur í Has Anybody Seen My Gal?[39] Samstundis sum James stríddist við at fáa eina karrieru innan sjónleikara yrkið, arbeiddi hann sum parkeringsvaktur á parkeringsøkinum hjá CBS Studios, har hann møtti Rogers Brackett. Rogers Brackett var ein útvarpsstjóri á eini lýsingarfyritøku, og bjóðaði James professionella hjálp í sjónleikarayrkinum og eitt stað at búgva.[12]
Í oktober 1951 flutti James, eftir uppfordring frá sjónleikaranum James Whitmore og mentor sínum Roger Brackett, til New York City. Har arbeiddi hann sum "stunt testari" fyri game show sendinginga Beat the Clock. Hann var samstundis við í fleiri pørtum av CBS sjónvarpsendingunum The Web, Studio One, og Lux Video Theatre. James slapp síðani uppí tað legenderiska Actors Studio, har hann vandi sjónleikara metodur undir Lee Strasberg.[40]
Stoltur av sínum upplivingum í Actors Studio, skrivaði James eitt bræv til familju sína í 1952, har hann nevndi skúlan og segði: "Hetta er tann besti skúlin innan fyri sjónleik. Hann húsar fleiri stórum fólkum, sum Marlon Brando, Julie Harris, Arthur Kennedy, Mildred Dunnock. ...Øgiliga fá sleppa inn í skúlan. ...Tað er tað besta, ið kann henda fyri ein sjónleikara. Eg eri tann yngsti sum hevur hoyrt her til."[12]
James byrjaði at fáa fleiri arbeiðstilboð, og leikti í fleiri pørtum av sjónvarpsrøðum frá fyrst í 1950-árunum, sum Kraft Television Theatre, Robert Montgomery Presents, Danger, and General Electric Theater. Ein av tíðligu leiklutunum sum James leikti, var í CBS sjónvarpsrøðini Omnibus, og partinum "Glory in the Flower", har hann leikti ein truplan tannáring. Ein leiklut, ið seinni gjørdi hann ódeyðiligan í filminum Rebel Without a Cause. Jaligu ummælini av leikluti James í sjónleikinum "Bachir", har hann leikti ein Norðurafrikanskan húskall, í eini dramatisering av bókini The Immoralist hjá André Gide høvdu við sær arbeiðstilboð frá Hollywood.[41]
East of Eden
[rætta | rætta wikitekst]Í 1953 leitaði filmsleikstjórin Elia Kazan eftir einum sjónleikara at leika kensluríka og trupla leiklutin "Cal Trask". Hetta var fyri dramatiseringina av bókini East of Eden hjá John Steinbeck frá 1952. Bókin er ein long stuttsøga, ið handlar um samband Trask og Hamilton familjunar, yvir trý ættarlið, og fokuserar serliga á lív, tvey tey seinnu ættarliðini í Salinas Valley í Kalifornia frá mittuni av 1850-árunum til 1910-árini.
Áðrenn Elia Kazan byrjaði at leita eftir sjónleikarum, hevði hann sagt at hann vildi hava ein "Brando sjónleikara" og leikritshøvundurin Paul Osborn viðmælti unga og ókenda sjónleikaran James Dean. John Steinbeck, rithøvundur bókarinnar, møtti James, og dámdi lítið tann unga og innviklaða mannin persónliga, men helt hann vera fulkomnan til leiklutin. James fekk leiklutin í apríl 1954, flutti frá New York City til Los Angeles, og filmsupptøkurnar byrjaðu.[42]
Ein stórur partur av leiki James er óskrivaður, [43] harímillum dansur hansara í bønargarðinum, og hvussu hann liggur tá ferðast í tokbásinum (aftaná at hava leitað eftir mammu síní tætt við Monterey). Tann mest kenda improvisatiónin í filminum, er tá pápi Cal noktar at taka í móti teimum 5.000 dollarunum, sum Cal hevur tjenað í bønargarðinum. Ístaðin fyri at renna burtur frá pápa sínum, sum stóð í leikritinum, tekur Cal og fevnir kensluborið um hann, og grætur. Leikstjórin valdi at halda hesa kensluríku løtu, og tað kløkka andlitstrekkið á mótspælara James í filminum, fram um tað sum skrivað var frammanundan. Hesin leiklutur var við til at geva honum leiklutin í filminum Rebel Without a Cause. Báðir leiklutir fevna um ungar, miskiltar menn við ótta (angist), og sum leita viðurkenning frá einum faðirfiguri.
Fyri sín leiklut í East of Eden, fekk James eina Oscar tilnevning, sum besti sjónleikari í høvuðsleikluti, í 1955 aftaná deyða sín, sum tann fyrsti nakrantíð. East of Eden var eisini einasti filmur James leikti, í sum hann sá útgivnan í síni livitíð.
Rebel Without a Cause
[rætta | rætta wikitekst]Stutt aftaná leiklut sín í East of Eden, fekk James leiklut í filminum Rebel Without a Cause, sum "Jim Stark". Filmurin kom at verða sera væl umtóktur ímillum tannáringar. Filmurin er sagdur at vísa eina sera rætta mynd av tannáringa ótta (angist).[44]Í filminum leiktu afturat James, Natalie Wood, Sal Mineo, og Dennis Hopper. Filmurin varð leikstýrdur av Nicholas Ray.
Giant
[rætta | rætta wikitekst]Giant varð útgivin í 1956 aftaná deyða James, og leikti hann ein eykaleiklut í filminum. Elizabeth Taylor og Rock Hudson høvdu høvuðsleiklutirnar. Hann tók av leiklutinum fyri ikki at enda fastur í leiklutum sum "Cal Trask" og "Jim Stark". Í hesum filminum leikti hann "Jett Rink", ein húskall á einum Texanskum garði, ið rakar olju og gerst ríkur. Fyri at kunna leika ein eldri mann, í seinni brotum av filminum, litaði James hár sítt grátt, og rakaði nakað av tí av, fyri at fáa tað at síggja út sum eina hvørvandi hárgreinsu.
Giant kom at verða síðsti filmur James. Í endanum av filminum var meiningin at James skuldi halda eina fullra manna talu til eitt gildi. Hetta brotið er síðani vorðið kallað "The Last Supper" ella Síðsta Kvøldmáltíðin á føroyskum, tí hetta var síðsta brot James innspældi áðrenn knappliga deyða sín. James mumblaði nógv, fyri at gera brotið meira veruligt, og var sjálvur ávirkaður av rúsdrekka. So mikið nógv, at leikstjórin George Stevens avgjørdi, at fáa ein annan sjónleikara, Nick Adams, at tosa yvir brotið, so ein kundi skilja taluna. Nick Adams varð nýttur, tí James doyði ímeðan filmurin enn var í viðgerð.
Í 1956 fekk James sína aðru Oscar tilnevning, sum sjónleikari í høvuðsleikluti eftir deyða sín.
Sjónleikur á palli
[rætta | rætta wikitekst]Broadway
[rætta | rætta wikitekst]Off - Broadway
[rætta | rætta wikitekst]- The Metamorphosis (1952) – Bygt á stuttsøgu Franz Kafka
- The Scarecrow (1954)
- Women of Trachis (1954) – translation by Ezra Pound
Filmografi
[rætta | rætta wikitekst]Filmar
[rætta | rætta wikitekst]Ár | Heiti | Leiklutur | Viðmerkingar |
---|---|---|---|
1951 | Fixed Bayonets! | Doggie | Uncredited |
1952 | Sailor Beware | Boxing Trainer | Uncredited |
1952 | Has Anybody Seen My Gal? | Youth at Soda Fountain | Uncredited |
1953 | Trouble Along the Way | Extra | Uncredited |
1955 | East of Eden | Cal Trask | Golden Globe Special Achievement Award for Best Dramatic Actor Jussi Award for Best Foreign Actor |
1955 | Rebel Without a Cause | Jim Stark | Tilnevndur – BAFTA Award for Best Foreign Actor |
1956 | Giant | Jett Rink | Tilnevndur– Academy Award for Best Actor |
Sjónvarp
[rætta | rætta wikitekst]Ár | Heiti | Leiklutur | Viðmerkingar |
---|---|---|---|
1951 | Family Theater | John | Partur: "Hill Number One: A Story of Faith and Inspiration" |
1951 | The Bigelow Theatre | Hank | Partur: "T.K.O." |
1951 | The Stu Erwin Show | Randy | Partur: "Jackie Knows All" |
1952 | CBS Television Workshop | G.I. | Brot: "Into the Valley" |
1952 | Hallmark Hall of Fame | Bradford | Partur: "Forgotten Children" |
1952 | The Web | Himself | Partur: "Sleeping Dogs" |
1952–1953 | Kraft Television Theatre | Various Characters | 3 partar |
1952–1955 | Lux Video Theatre | Various Characters | 2 partar |
1953 | The Kate Smith Hour | The Messenger | Partur: "The Hound of Heaven" |
1953 | You Are There | Bob Ford | Partur: "The Capture of Jesse James" |
1953 | Treasury Men in Action | Various Characters | 2 partar |
1953 | Tales of Tomorrow | Ralph | Partur: "The Evil Within" |
1953 | Westinghouse Studio One | Various Characters | 3 partar |
1953 | The Big Story | Rex Newman | Partur: "Rex Newman, Reporter for the Globe and News" |
1953 | Omnibus | Bronco Evans | Partur: "Glory in the Flower" |
1953 | Campbell Summer Soundstage | Various Characters | 2 partar |
1953 | Armstrong Circle Theatre | Joey Frasier | Partur: "The Bells of Cockaigne" |
1953 | Robert Montgomery Presents | Paul Zalinka | Partur: "Harvest" |
1953–1954 | Danger | Various Characters | 4 partar |
1954 | The Philco Television Playhouse | Rob | Partur: "Run Like a Thief" |
1954 | GE True | Various Characters | 2 partar |
1955 | The United States Steel Hour | Fernand Lagarde | Partur: "The Thief" |
1955 | Schlitz Playhouse | Jeffrey Latham | Partur: "The Unlighted Road" |
1955 | Crossroads | Partur: "Broadway Trust" |
Víðari lesnaður
[rætta | rætta wikitekst]- Alexander, Paul: Boulevard of Broken Dreams: The Life, Times, and Legend of James Dean. Viking, 1994. ISBN 0-670-84951-0
- Bast, William: James Dean: A Biography. Ballantine Books, 1956.
- Bast, William (2006). Surviving James Dean. New Jersey: Barricade Books. ISBN 1-56980-298-X.
- Beath, Warren: Death of James Dean. Grove Press, 1986. ISBN 0-394-55758-1
- Beath, Warren, with Wheeldon, Paula; James Dean in Death: A Popular Encyclopedia of a Celebrity Phenomenon, McFarland & Co.,Inc., 2005. ISBN 0-7864-2000-6
- Dalton, David: James Dean-The Mutant King: A Biography. Chicago Review Press, 2001. ISBN 1-55652-398-X
- DeAngelis, Michael (2001). Gay Fandom anf Crossover Stardom: James Dean, Mel Gibson, and Keanu Reeves. Durham: Duke University Press. ISBN 0-8223-2728-7.
- Frascella, Lawrence and Weisel, Al: Live Fast, Die Young: The Wild Ride of Making Rebel Without a Cause. Touchstone, 2005. ISBN 0-7432-6082-1
- Gilmore, John : Live Fast-Die Young: Remembering the Short Life of James Dean. Thunder's Mouth Press, 1998. ISBN 1-56025-169-7
- Gilmore, John: The Real James Dean. Pyramid Books, 1975. ISBN 0-515-03814-8
- Heinrichs, Steve; Marinello, Marco; Perrin, Jim; Raskin, Lee; Stoddard, Charles A; Zigg, Donald; Porsche Speedster TYP540: Quintessential Sports Car, 2004, Big Lake Media, Inc.,ISBN 0-9746468-0-6
- Holley, Val: James Dean: The Biography. St. Martin's Griffin, 1996. ISBN 0-312-15156-X
- Hopper, Hedda and Brough, James: "James Dean Was a Rebel With a Cause" in The Whole Truth and Nothing But. Doubleday. 1963.
- Howell, John: James Dean: A Biography. Plexus Publishing, 1997. Second Revised Edition. ISBN 0-85965-243-2
- Hyams, Joe; Hyams, Jay: James Dean: Little Boy Lost. Time Warner Publishing, 1992. ISBN 0-446-51643-0
- Martinetti, Ronald: The James Dean Story, Pinnacle Books, 1975. ISBN 0-523-00633-0
- Morrissey (1983). James Dean is Not Dead. Manchester: Babylon Books. ISBN 0907188060.
- Perry, George: James Dean. DK Publishing, 2005. ISBN 1-4053-0525-8
- Riese, Randall: The Unabridged James Dean: His Life from A to Z. Contemporary Books, 1991. ISBN 0-8092-4061-0
- Raskin, Lee: James Dean: At Speed. David Bull Publishing, 2005. ISBN 1-893618-49-8
- Sheridan, Liz: Dizzy & Jimmy: My Life With James Dean : A Love Story. HarperCollins Canada / Harper Trade, 2000. ISBN 0-06-039383-1
- Spoto, Donald: Rebel: The Life and Legend of James Dean. HarperCollins, 1996. ISBN 0-06-017656-3
Biografiskir filmar
[rætta | rætta wikitekst]- James Dean: Portrait of a Friend aka James Dean (1976) við Stephen McHattie sum James Dean
- James Dean: The First American Teenager (1976), ein sjónvarps biografi, inniheldur samrøður við Sal Mineo, Natalie Wood og Nicholas Ray.
- Sense Memories (PBS American Masters television biography) (2005)
- Forever James Dean (1988), Warner Home Video (1995)
- James Dean (2001) við James Franco sum James Dean.
- James Dean – Kleiner Prinz, Little Bastard aka James Dean – Little Prince, Little Bastard, týsk sjónvarps biografi, inniheldur samrøður við William Bast, Marcus Winslow Jr, og Robert Heller (2005)
- James Dean: The Final Day, inniheldur samrøður við William Bast, Liz Sheridan og Maila Nurmi. Bisexualitetur James verður opið umtalaður. Partur av Naked Hollywood television miniseries framleitt av The Oxford Film Company í samstarvi við BBC, víst í USA á the A&E Network, 1991.
- James Dean: Race with Destiny (1997) Leikstjórnað av Mardi Rustam, við Casper Van Dien sum James Dean.
- Living Famously: James Dean, Avstralsk sjónvarps biografi, inniheldur samrøður við Martin Landau, Betsy Palmer, William Bast, and Bob Hinkle (2003, 2006).
- James Dean – Mit Vollgas durchs Leben, eysturrísk sjónvarps biografi, innheldur samrøður við Rolf Wütherich og William Bast (2005).
- James Dean – Outside the Lines (2002), partur av Biography, amerikonsk sjónvarps dokumentar, inniheldur samrøður við Rod Steiger, William Bast, and Martin Landau (2002).
- Two Friendly Ghosts (2012)
- Life (2015). Leikstjórnað av Anton Corbijn, við Dane DeHaan sum James Dean.
Ávisingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- James Dean á Internet Broadway Database
- James Dean á Intenet Off-Broadway Database
- ↑ http://books.google.com/books?id=9KOHEPbBBbIC&pg=PA228#v=onepage&q&f=false
- ↑ http://www.afi.com/Docs/100Years/stars500.pdf
- ↑ http://books.google.com/books?id=aZkshPsocwgC&pg=PA97#v=onepage&q&f=false
- ↑ George C. Perry (2005). James Dean. DK Publishing, Incorporated. p. 27. ISBN 978-0-7566-0934-4.
- ↑ Marie Clayton (1 January 2004). James Dean: A Life in Pictures. Barnes and Noble Books. ISBN 978-0-7607-5614-0.
- ↑ http://books.google.com/books?id=f0fbSlGN8uUC&pg=PA133#v=onepage&q&f=false
- ↑ 7.0 7.1 Paul Alexander, Boulevard of Broken Dreams: The Life, Times, and Legend of James Dean, Viking, 1994, p. 44.
- ↑ http://www.thedailybeast.com/articles/2011/03/23/elizabeth-taylor-interview-about-her-aids-advocacy-plus-stars-remember.html?cid=sexybeast:mainpromo4
- ↑ Karen Clemens Warrick (2006). James Dean: Dream as If You'll Live Forever. Enslow Publishers, Inc. p. 44. ISBN 978-0-7660-2537-0.
- ↑ Joyce Chandler (27 September 2007). James Dean: A Rebel with a Cause: A Fans Tribute. AuthorHouse. p. 73. ISBN 978-1-4670-9575-4.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-10-06. https://web.archive.org/web/20141006111604/http://www.tft.ucla.edu/alumni/notable-alumni-actors/. Heintað 2015-01-14.
- ↑ 12.0 12.1 12.2 12.3 12.4 12.5 Bast, William (2006). Surviving James Dean. New Jersey: Barricade Books. ISBN 1-56980-298-X
- ↑ 13.0 13.1 Dalton, David. James Dean: The Mutant King: A Biography, Chicago Review Press (1974) p. 151
- ↑ http://www.dailymail.co.uk/news/article-2036683/James-Deans-private-letters-girlfriend-Barbara-Glenn-sale-auction.html
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-12-22. https://web.archive.org/web/20141222114628/http://hub.contactmusic.com/news/james-dean-letters-sell-for-36000_1265681.
- ↑ Donnelley, Paul (2003). Fade to Black: A Book of Movie Obituaries. London, England: Omnibus Press. p. 31. ISBN 978-0711995123.
- ↑ 17.0 17.1 Dalton, David. James Dean: The Mutant King: A Biography, Chicago Review Press (1974) p. 151
- ↑ Allen, Jane (2002). Pier Angeli: A Fragile Life. Jefferson, NC: McFarland. p. 93. ISBN 978-0786413928.
- ↑ Alexander, Paul, Boulevard of Broken Dreams: The Life, Times, and Legend of James Dean, New York: Viking, 1994
- ↑ Allen, Jane (2002). Pier Angeli: A Fragile Life. Jefferson, NC: McFarland. p. 93. ISBN 978-0786413928.
- ↑ John Howlett, James Dean: A Biography, Plexus 1997
- ↑ Hyams, Joe; Hyams, Jay: James Dean: Little Boy Lost. Time Warner Publishing, 1992. ISBN 0-446-51643-0
- ↑ Brris, George. Barris TV and Movie Cars, MotorBooks International (1996) p. 112
- ↑ Liz Sheridan, Dizzy & Jimmy (ReganBooks HarperCollins, 2000), pp. 144–151.
- ↑ http://www.people.com/people/archive/article/0,,20141628,00.html
- ↑ 26.0 26.1 Porter, Darwin. Brando Unzipped, Blood Moon Productions, Ltd, (2006) p. 484
- ↑ Wasef and Leno (2007) pp. 13–19
- ↑ Raskin (2005) pp. 47–48; 68–71; 73–74; 78–81; 83–86
- ↑ Perry (2012) p. 162.
- ↑ "Racing Record" Archived 2015-01-01 at the Wayback Machine. jamesdean.com.
- ↑ Raskin (2005) pp. 101–02.
- ↑ Raskin (2007) pp. 111–15.
- ↑ http://sloblogs.thetribunenews.com/slovault/2011/09/fade-to-black-eyewitness-to-james-deans-fatal-accident/
- ↑ Perry (2012) pp. 14–15.
- ↑ Raskin (2005) p. 129
- ↑ Perry (2012) pp. 194–95
- ↑ "Archive copy". http://articles.latimes.com/2005/oct/01/local/me-dean1. Heintað 2013-10-25.
- ↑ https://www.youtube.com/watch?v=MQfikxbS4zE
- ↑ R. Barton Palmer (2010). Larger Than Life: Movie Stars of the 1950s.Rutgers University Press. p. 79. ISBN 978-0-8135-4766-4.
- ↑ Claudia Springer (17 May 2013). James Dean Transfigured: The Many Faces of Rebel Iconography.University of Texas Press. pp. 14–15. ISBN 978-0-292-75288-7.
- ↑ Reise, R. The Unabridged James Dean, 1991
- ↑ Michael J. Meyer; Henry Veggian (2013). East of Eden.: New and Recent Essays..Rodopi. p. 168. ISBN 978-94-012-0968-7
- ↑ Bruce Levene (1994). James Dean in Mendocino: The Filming of East of Eden.Pacific Transcriptions. p. 70. ISBN 978-0-933391-13-0.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-06-11. https://web.archive.org/web/20150611224902/http://www.today.com/id/38037807/ns/today-entertainment/t/most-memorable-teen-angst-movies/#.VLXbyXsgXWh. Heintað 2015-01-14.