Jump to content

Landsynningsásia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Landsynningsásia.

Landsynningsásia hevur tropuveðurlag. Summarmonsunin kemur inn úr havinum við avfalli hvønn einasta dag, meðan vetrarmonsunin er mest sum regnleys á láglendinum, men vátlig í fjøllunum. Londini í Landsynningsásia eru Singapor, Maleisia, Laos, Myanmar, Kambodja, Vjetnam, Teiland, Brunei, Eysturtimor, Indonesia, Papua Nýguinea og Filipsoyggjar.

Londini í Landsynningsásia hava verið mentalond í túsundtals ár. Har hava búð fólk við áirnar og á oyrareingjunum, sum hava bygt prýðilig tempul, glæstribergir og pagodur. Mangastaðir í skógunum eru miklar toftir, sum siga frá glæsiligari fortíð. Tá ið evropeararnir aftan á ár 1500 e.Kr. fóru at leggja lond undir seg ymsastaðir í heiminum, vóru tað bretar og fraklendingar, sum lutaðust meginpartin av Landsynningsásia. Bara Teiland slapp undan hertøkuni [1]. Evropeararnir sóru fyri hesum londum, alt til Seinni heimsbardagi var av í 1945.

  1. http://donlehmanjr.com/SEA/SEA5%20Chap/SEA5%20Ch2B.htm
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið