Jump to content

Neptun

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Gongustjørnan Neptun.

Neptun (symbol: ♆) er blá og hevur ring rundan um. Hon hevur 13 mánar. Eingi fólk hava verið har. Hon er 4 600 milliónir km frá sólini [1]. Umferðartíðin hjá Neptun um sólina er umleið 164 ár. Tvørmátið er 49 000 km. Neptun eitur eftir rómverska havgudinum. Neptun varð sædd fleiri ferðir, áðrenn staðfest varð, at hon var gongustjørna; tað var í 1846. Granskarar vistu um hana, áðrenn hon var funnin. Frávik í ringrás Uranusar bendu á ein himmalknøtt ytri í sólskipanini, og støða Neptuns á luftini var roknað neyvt, áðrenn kikararnir vórðu stillaðir á hana. Í stødd og nøgd eru Uranus og Neptun sum tvíburar, men Neptun er so langt burturi, at hon sæst ikki við berum eygum, og enntá í stórum kikara er lítið at síggja annað enn blágrøna stjørnueyga hennara. Granskarar vóru tí sera spentir, tá ið Voyager 2, sum byrjaði longu ferð sína í 1977, í august 1989 fleyg fram við Neptun bara 4900 km frá norðurpólinum. Og teir vórðu ikki sviknir, tí eisini av Neptun og mánum hennara eydnaðist at fáa frálíkar litmyndir. Tíverri lá ikki fyri hjá rúmdarfarinum at koma i námind av uttastu gongustjørnuni Pluto. Voyager 2 hevur nú lagt leiðina burtur úr sólskipani. Ferðin er 65 000 km/h, og kósin er sett móti Hundastjørnuni (Siriusi). Har á leiðini fer rúmdarfarið at vera um eini 80 000 ár [2]. Granskarar vóna at hava samband við farið nakað inn í komandi øld. Tá fara teir at missa sambandið við hetta lítla farið, sum hevur sent so ovurhonds nógva nýggja vitan um solskipanina til jarðar og Nasa, at ógvuliga long tíð fer at ganga, aðrenn alt er gjølla viðgjørt, tulkað og fingið til sættis.

Eitt magnetfelt er og somuleiðis tunn ringskipan. Snúningstíðin er um 16 tímar, og Neptun hevur næstan 165 ár um umferðina um sólina. Granskarar vistu um tveir mánar, Triton og Nereid, aðrenn Voyager fór fram við Neptun, men farið fann seks nýggjar mánar, so nú vita vit um 8 mánar. Triton, sum er nógv tann størsti mánin, gongur um Neptun vestureftir. Saman við 4 teimum ytstu Jupitermánunum og ytsta Saturnmánanum er hann einasta undantak frá regluni, at mánar hava sama umferðarveg sum snúningurin á móðurstjørnuni. Voyager 2 máldi -235 °C á Triton, sum er lægsti hiti, ið máldur er í sólskipanini. Hóast nógva kuldan sýna myndirnar fleiri goskeldur (geysir) á Triton. Í minsta lagi tvær teirra goystu, tá ið myndirnar vórðu tiknar. Eisini eru á Triton jøklar av frystum metani og fryst vøtn av nitrogeni, metani ella ammoniakki.

  • Diametur í mun til Jørðina: 3,9
  • Massi í mun til Jørðina: 17,1
  • Rúmd í mun til Jørðina: 58
  • Massafylla í mun til vatn: 1,64
  • Tyngdarakseleratión í mun til Jørðina: 1,12
  • Mánar: 8
  • Miðal-temperaturur: - 215°C
  • max støddarflokking: 7,6
  1. http://nssdc.gsfc.nasa.gov/planetary/factsheet/neptunefact.html
  2. http://voyager.jpl.nasa.gov/news/factsheet.html
 v  k  r Sólskipanin
SólinMerkurVenusMáninJørðinMarsJupiterSaturnUranusNeptunPluto
Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto
Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa
Sí eisini Stjørnufrøði
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið