Vágsfjørður
Vágsfjørður er næstlongsti fjørður í Suðuroynni. Fleiri bygdir eru kring fjørðin. Vágur liggur innast á vágni og báðumegin fjørðin, tó mest á norðursíðuni. Porkeri liggur uttalaga á norðara armi á Vágsfirði, og millum Porkeri og Vág liggur lítla bygdin Nes, sum hoyrir til Vágs kommunu. Núpurin skilur Vágsfjørð í tveir minni firðir, sunnari partur er Lopransfjørður. Innast í Lopransfirði liggur bygdin Lopra. Eystanfyri Lopra og beint yvirav Nesi liggur bygdin Akrar.
Vágs Havn og Oyrarnar
[rætta | rætta wikitekst]Vágs Havn er á norðaru síðu á Vágsfirði, mitt í Vágsbygd. Vágs Havn er 10-15 metrar djúp.[1] Har er havnarlag har flakavirki, alivirki og aðrar fiskivinnufyritøkur eru. Hinumegin land, á syðra armi, eru Oyrarnar, har er eitt elverk, eitt lemmavirki, ruskpláss umframt annað virksemi. Ætlanin er at gera eina svimjihøll við langhyli og vælverudepli á Oyrunum í Vági (2011). Ætlanin er at nýta avlopshitan frá elverkinum á Oyrunum, sum annars bert rennur á sjógv.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Vagur.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-10-09. https://web.archive.org/web/20111009121307/http://www.vagur.fo/Default.aspx?pageid=1649. Heintað 2011-04-10.