Jump to content

Wikipedia:Mánaðargreinin/november 2023

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fuglafjørður
Fuglafjørður

Fuglafjørður er ein býur og fjørður í Eysturoynni.

Fuglafjørður liggur við fjørðin av sama navni, og hildið verður, at upprunin til navnið er antin kallkynsnavnorðið fuglur ella mansnavnið Fugli. Tað løgna er, at býurin eingi fuglabjørg eigur, men fyrr átti nógvur skrápur í Føroyum, og hann átti uppi á sløttum í urðum og líðum. Kanska hevur serliga nógvur skrápur og heiðafuglur átt í haganum uttan um Fuglafjørð. Er upprunin hinvegin eitt mansnavn, kann man hugsa sær, at Fugli var ein av niðursetumonnunum í bygdini.

Í fjøruni á syðra armi á Fuglafirði er ein kelda, sum eitur Varmakelda. Vatnið, ið rennur úr henni, er eini 10 stig heitari enn í øðrum keldum. Tað hevur verið siður, at ungdómurin í grannabygdunum hittist her á jóansøku til dans og hugnaliga samveru. Gjøgnum tíðirnar eru mong giftarmál komin burtur úr hesum. Tá bygdastevnan Varmakelda er, hevur eisini verið fast at hava fólkafund og dans á staðnum, men í 2007 varð í staðin fólkafundur hildin uttan fyri Mentanarhúsið í bygdini.

Í 1849 fluttu fólk úr Fuglafirði og settu seg niður á Hellunum, og í 1985 komu fyrstu húsini á Kambsdali, ið liggur 3 km sunnan fyri býin. Í dag búgva eini 200 fólk á Kambsdali. Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna eiga og reka í felag Ítróttar- og Samkomuhøllina á Kambsdali.

Fuglafjørður er góð skipahavn, og tí er nógv virksemi har, ið hevur samband við fiskivinnuna, og mong skip hava havt heimstað á fjørðinum. Í 1964 var sildaverksmiðja sett á stovn, sum hevur ment seg nógv gjøgnum árini og er størsta arbeiðsplássið í býnum. Føroyar eru fiskivinnutjóð og í hesari vinnu fært tú allar tænastur í Fuglafirði.

Fuglafjarðar Bókasavn heldur til í hugnaligu hølunum á gamla skúlanum frá 1882, mitt í bygdini. Fyri fáum árum síðani var eitt mentanarhús bygt í býnum, sum verður nógv nýtt til konsertir og onnur tiltøk.