Jump to content

Barcelona

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flagg Skjøldur
Land: Spania
Landspartur: Katalónia
Vídd: 101.9 km²
Íbúgvar (2011): 1 620 943
fyri km²: 15 869 íbúg./km²
Heimasíða: www.barcelona.cat

Barcelona er næststørsti býur í Spania. Barcelona er við Miðjarðarhav í Norðurspania. Hann er týdningarmikil havnabýur við tveimum mió. fólkum. Hann er eisini høvuðsstaður í Katalónia. Málið er katalónskt, sum er í ætt við spanskt. Býurin er gitin fyri stásiligu húsini og vakra byggilist. Býurin er mitt í stórum ídnaðarøki. Í 1992 vóru OL-summarleikirnir í býnum. Barcelona hevur 1,6 milliónir íbúgvar, og í 2016 vitjaðu meira enn 30 milliónir ferðafólk. Mett er, at ferðavinnan er 11,5 prosent av búskapinum í Barcelona, og hon eigur 14 prosent av arbeiðsplássunum í býnum.

La Rambla er handilsgøtan, har mesta ferðslan er í Barcelona, og nógv fólk eru eisini til gongu, serliga ferðafólk. Gøtan er meira enn ein kilometur long.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 41°23′N 2°11′E / 41.383°N 2.183°E / 41.383; 2.183