Eysturkommuna
Borgarstjóri | Jóhan Christiansen |
Vídd | 42 km2 |
Íbúgvar | 1.977 (2011) |
Heimasíða | Eysturkommuna.fo |
Eysturkommuna er kommuna í Eysturoy, ið varð til tá Leirvíkar og Gøtu kommuna løgdu saman 1. januar 2009. Í 2012 eru 2003 fólk skrásett at búgva í kommununi, og er hetta størsta fólkatalið, ið nakrantíð er skrásett í kommununi. Frá 1. januar 2009, tá Eysturkommuna varð sett á stovn, og fram til juli 2012, hevur fólkavøksturin verið 2,3 %, har sama tíðarskeið einans var 0,44 % fólkavøkstur fyri alt landið. Talan er um ein støðugan fólkavøkstur. Frá 1985 til 2012, er fólkatalið í kommununi vaksi við 13,9 %. Samanbera vit við fólkavøksturin í øllum landinum, so hevur fólkavøksturin sama tíðarskeið verið 6,7 % fyri alt landið. Frá 1. januar 2009 til 1. juli 2012 hava bert 5 kommunur havt fólkavøkstur. Tær eru Tórshavnar, Runavíkar, Sunda, Hovs og Eysturkommuna. Fólkavøksturin í Tórshavnar kommunu hetta tíðarskeiði hevur verið 1,6 %, har vøksturin í Eysturkommunu hevur verið 2,3 %.
Kommunur í Føroyum | ||
Eiðis | Eystur | Fámjins | Fuglafjarðar | Fugloyar | Hovs | Húsa | Húsavíkar | Hvalbiar | Hvannasunds | Klaksvíkar | Kunoyar | Kvívíkar | Nes | Porkeris | Runavíkar | Sands | Sjóvar | Skálavíkar | Skopunar | Skúvoyar | Sumbiar | Sunda | Sørvágs | Tórshavnar | Tvøroyrar | Vága | Vágs | Vestmanna | Viðareiðis |