Hósvík
Hósvík | |
Thorsvig (danskt) | |
Bygd | |
Hósvík
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Streymoya sýsla |
Oyggj | Streymoy |
Kommuna | Sunda kommuna |
Íbúgvar | 340 (2021)[1] |
Postnummur | FO-420 |
Markatal | 19-00-00 |
|
Hósvík er ein bygd á eystursíðuni á Streymoy. Bygdin var til 2004 sjálvstøðug kommuna, men við kommunuvalið 2003 gjørdist Hósvík partur av nýggju stórkommununi í sundalagnum, Sunda Kommuna. Navnið Hósvík kemur av norrøna navninum Tórsvík (Þórsvík). Ein kirkja er í Hósvík, hon varð vígd 15. desember 1929.[2]
Hósvík var nýggjársbygd. Hagar komu fólk fyrr úr grannabygdunum at vitja og dansa á nýggjárinum.
Vinnulív
[rætta | rætta wikitekst]Ítróttur
[rætta | rætta wikitekst]Hósvík hevur eitt róðrarfelag, sum eitur Hósvíkar Róðrarfelag. Bátarnir eru myrkabláir við svartari rond. Felagið eigur tvey 5-mannafør: Falkur og Heykur og eitt seksmannafar: Hósvíkingur. Hósvíkingur hevur vunnið FM tríggjar ferðir: 1985, 1986 og 1987, Heykur einaferð: 2020, og Falkur einaferð: 2024[3]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Hagstova.fo
- ↑ Folkakirkjan.fo, Hósvík
- ↑ "Drekin.fo, Hósvíkingur". http://drekin.fo/default.asp?page=teams&mode=boatinfo&boatID=26. Heintað 2012-06-27.
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]Coordinates: 62°9′6.48″N 6°56′40.2″W / 62.1518000°N 6.944500°W
Sunda kommuna |
---|
Gjógv | Haldórsvík | Hósvík | Hvalvík | Langasandur | Nesvík | Norðskáli | Oyrarbakki | Oyri | Saksun | Streymnes | Tjørnuvík |