Høgni Hoydal
Høgni Hoydal | |
---|---|
Føddur | 28. mars 1966 Keypmannahavn, Danmark |
Yrki | Sjómaður, læraravikarur, tíðindamaður |
Útbúgving | Cand.comm. |
Flokkur | Tjóðveldi |
Álitisstørv | |
1998– | Løgtingsmaður |
1998–2003 | Landsstýrismaður, varaløgmaður |
2000– | Floksformaður |
2001–2011 | Fólkatingsmaður |
2008 | Landsstýrismaður |
Høgni Karsten Hoydal (føddur 28. mars 1966 í Keypmannahavn) er føroyskur politikari. Foreldrini eru Gunvør og Kjartan Hoydal. Kona hansara er Hildur Hermansen, og tey eiga trý børn. Hann er útbúgvin í søgu og samskifti á lærda háskúlanum í Roskilde. Áðrenn hann gjørdist politikari starvaðist hann sum sjómaður, sum læraravikarur, og sum tíðindamaður í Sjónvarpi Føroya. Høgni Hoydal hevur givið út tvær bøkur um politisk viðurskifti. Onnur nevnist "Myten om Rigsfællesskabet", sum kom út á vári í 2000, og hin nevnist "Frælsi er ábyrgd", sum kom út stutt fyri jól sama ár.
Politisk lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Í 1998 varð hann valdur á ting fyri Tjóðveldisflokkin og gjørdist varaløgmaður og landsstýrismaður við ábyrgd av fullveldisætlanini, norðurlendskum samstarvi og lógarmálum. Seinni varð hann valdur til formann í Tjóðveldisflokkinum. 5. desember 2003 skrædnaði tásitandi samgonga og nýval varð útskrivað. Høgni varð afturvaldur á ting og gjørdist tá formaður í størsta flokki í andstøðu.
- 1998 - Fyrstu ferð valdur á ting, og hevur síðan tá og til 5. desember 2003 verið landsstýrismaður í lógamálum v.m og varaløgmaður.
- 2001 - Valdur í Fólkatingið, men Tórbjørn Jacobsen røkti hetta starv, meðan Høgni var landsstýrismaður.
- 2002 - Afturvaldur á ting á valinum 30. apríl.
- 2004 - Afturvaldur á ting á valinum 20. januar.
- 2005 - Afturvaldur á Fólkating.
- 2007 - Afturvaldur á Fólkating 13. november.
- 2011 - Afturvaldur á Føroya Løgting 29. oktober.[1]
- 2015 - Valdur á Fólkating 18. juni, men Magni Arge røkti hetta starv, meðan Høgni var landsstýrismaður.
- 2015 - Afturvaldur á Føroya Løgting 1. september.
Útgivið
[rætta | rætta wikitekst]- 1995 - Håb i krise (Vón í kreppu) saman við Michael Haldrup.
- 2000 - Myten om rigsfællesskabet (Mýtan um ríkisfelagsskapin).
- 2000 - Frælsi er ábyrgd.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]- Fólkatingið
- Løgtingið Archived 2005-08-28 at the Wayback Machine