Janus Kamban
Janus Kamban (føddur 10. september 1913 í Tórshavn, † 2. mai 2009 í Tórshavn) var ein føroyskur myndahøggari.
Janus Kamban stóð fyri nýbrotinum í føroyskari myndlist í 1930árunum. Eins og tey flestu føroysku myndlistafólkini av hesum ættarliði fór Janus til Keypmannahavnar, har hann árini 1932-35 og 1938-40 var næmingur á Kunstakademiets Billedhuggerskole hjá Ejnar Utzon-Frank professara. Eftir kríggið kom Janus aftur til Havnar, og her hevur hann síðani búð og virkað. Hann hevur av fullum huga tikið lut í menningini av myndlistini her á landi, og lagt rygg til mong tiltøk á hesum øki, millum annað sum nevndarlimur og formaður fyri Listafelag Føroya og leiðari fyri Listaskálan 1969-78. Yviri við Strond hevur hann sína rúmligu listaskemmu, haðani útsýnið er frítt yvir Nólsoyarfjørðin.
Janus Kamban telist ímillum Føroya fremstu listafólk. Í list hansara ræður tann einfaldi greiði formurin og monumental virðilig spekt. Í fleiri standmyndum er seyðurin myndevni - nevnast kann millum annað Tvílemba 1955 í Listasavni Føroya. Grindahvalurin verður eisini viðgjørdur - í figurbólkinum m.a. Bólkur 1986. Standmyndir Janusar príða almenn tún og bygningar víða um í Føroyum. Á listasavninum eru m.a. bringumyndir av Hans A. Djurhuus skaldi 1936 og Vensili 1951. Onnur høvuðsverk eru Móðurmálið 1948, úr føroyskum gróti, uttan fyri Landsbókasavnið í Havn, og Dansiringurin 1956, úr bronsu, í Føroya Banka.
Í prentlist síni, serliga linoskurði, mangan í fleiri litum, er havið, sjófuglurin og lívið við strondina eitt høvuðs myndevni. Eingin hevur sum Janus megnað at lýsa tær fullfíggjaðu linjurnar í tí lætta og tó sterka og smidliga føroyska bátinum. Janus Kamban hevur fingið fleiri heiðursmerki fyri list sína, og tikið lut í óteljandi framsýningum av føroyskari list uttanlands. Í 1993 skipaði Listasavn Føroya fyri stórari afturlítandi framsýning av myndhøggaralist og prentlist hansara - nú hann fylti 80 ár. Í 1995 gav Listasavni út bók eftir Gunnari Hoydal, rithøvunda og ummælara, um lív og verk Janusar.
Bøkur
[rætta | rætta wikitekst]- Gunnar Hoydal: Janus Kamban. Myndatøkur: Ole Wich og Ole Jensen. Tórshavn: Listasavn Føroya, 1995. - 115 s.