Jump to content

Miðvágur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Miðvágur
Midvåg (danskt)
Bygd
Miðvágur
Miðvágur
Land  Føroyar
Sýsla Vágar
Oyggj Vágar
Kommuna Vága kommuna
Íbúgvar 1.074 (2015)[1]
Postnummur FO-370
Markatal 48-00-00

Miðvágur er ein bygd í Vágoynni. Í Vágum eru tríggjar stórar bygdir og tríggjar smáar, men fara vit 100 ár aftur í tíðina, vóru sjey bygdir. Tann størsta er Miðvágur við 1.035 íbúgvum (í 2014). Hon liggur miðskeiðis í oynni, so høvuðsfyrisitingin er her, politistøð, keypsamtøka, læknamiðstøð og prestagarður. Høvuðsvinnan her er fiskaídnaður, men eisini er nakað av aðrari vinnu her. Miðvágs kommuna legði 1. januar 2009 saman við Sandavágs kommunu og gjørdust tær til Vága kommunu.

Miðvágur er søgulig bygd. Her búði prestakonan Beinta, sum er kend ikki bara fyri dygdir. Tí fekk hon eyknevnið "Illa Beinta". Tað er søgan um hana, ið Jørgen-Frantz Jacobsen nýtir í skaldsøgu síni "Barbara". Í 1997 var filmur gjørdur eftir hesi skaldsøgu. Náðinsgarðurin Kálvalíð oman fyri bygdina eru elstu húsini í bygdini og kanska eisini í landinum. Tey verða í dag nýtt sum bygdarsavn. Frá Miðvági kanst tú í góðum veðri síggja oyggjarnar sunnanfyri.

Kálvalíð
Miðvingur, áttamannafar hjá Miðvágs Róðrarfelag. Maðurin í svørtum jakka er Sverri Sandberg Nielsen.

Komin inn í bygdina er møguleiki at fara niðan í Kálvalíð. Við Kirkjar liggur Jansagerð, tann gamli prestagarðurin. Hesi bæði húsini eru kend fyri søguna um Barbaru. Koyrir tú oman á Vatn, so sært tú kirkjugarðin hjá miðvingum til vinstru. Har liggur eisini tann bretski kirkjugarðurin. Har liggja nærum allir teir hermenn grivnir, ið lótu lív í Føroyum undir øðrum heimsbardaga.

Í 2008 varð felag sett á stovn í Vágum, sum skuldi arbeiða við at gera eitt krígssavn. Í 2009 læt Krígssavnið upp í Miðvági.[2] Savnið heldur til í sama bygningi har Bónus og Vága kunningarstova halda til í.

Nógvir túrar kunnu gerast higani úr bygdini. Gongutúrar frá Jansagerði, framvið Beitinum, heimið hjá Mikkjal á Ryggi, og niðan í Kálvalíð. Men er Hýsisáin lítil, tað er hon helst, tá ið turkur er, so ber til at finna yrkingina, sum Mikkjal á Ryggi høgdi niður í klettin har í ánni. Eisini ber til at fara ein túr út á Bøsdalafoss á rossabaki.

Miðvágur hevur virkið ítróttarlív. Miðvágs Róðrarfelag varð stovnað í 1956 og hevur felagið fýra kappróðrarbátar sum luttaka í FM kappróðri, tó ikki á hvørjum ári, men í 2011 luttóku allir. Triðja hvørt ár er Vestanstevna í Miðvági. MB (Miðvágs Bóltfelag) varð stovnað í 1905[3] og hevur lið í 3. deild hjá monnum umframt fleiri barnalið. Flogbóltsfelagið Dráttur varð stovnað í 1983.[4]


  1. Hagstova.fo
  2. "ww2.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-20. https://web.archive.org/web/20110720203218/http://www.ww2.fo/about/default.html. Heintað 2011-07-16. 
  3. "MB1905.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-20. https://web.archive.org/web/20110720203350/http://www.mb1905.fo/00006/00218/. Heintað 2011-07-16. 
  4. ISF.fo

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið