Jump to content

Rosa Parks

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
The printable version is no longer supported and may have rendering errors. Please update your browser bookmarks and please use the default browser print function instead.
Rosa Parks
Rosa Parks og Bill Clinton.
Føddur 4. februar 1913
Alabama Tuskegee, Alabama
USA USA
Doyði 24. oktober 2005
Michigan Detroit, Michigan
USA USA
Trúgv Kristin

Rosa Louise McCauley Parks (fødd 4. februar 1913 í Alabama, USA, deyð 24. oktober 2005 í Detroit, Michigan) var seymikona í einum stórum handli í býnum Montgomery, Alabama, einum av suðurstatunum í Amerika, sum gjørdist fyrimynd fyri stríði fyri borgararættindum.

Um kvøldið tann 1. desember í 1955 stóð hon og bíðaði eftir bussinum, sum hon skuldi koyra heim frá arbeiði við. Parks var móð aftan á ein strævnan arbeiðsdag og var eym í fótunum. Bussurin kom, og hon fór uppí. Við tað at hon var afroamerikanari, fór hon inn aftast í bussin. Tann fremri parturin var bert fyri hvít. Hon setti seg á tann fremsta bonkin í aftara partinum á bussinum, og sat á bonkinum beint aftan fyri fremra partin á bussinum, har tey hvítu áttu at sita. Nógv fólk kom inn í bussin, og nøkur noyddust at standa, bæði afroamerikanarar og hvít. Beint tá ið hon hevði sett seg, segði tann hvíti bussstjórin, at Parks og tríggir aðrir afroamerikanarar noyddust at reisa seg upp og lata tey hvítu, ið stóðu, fáa sessirnar. Hini trý gjørdu eftir boðunum, men Rosa Parks segði nei. Harvið hevði hon brotið gamla lóg og sið í Alabama, og boð vórðu beinanvegin send eftir løgregluni. Hon varð handtikin og førd burtur. Eftir at hava verið kúgað í fleiri hundrað ár, reistust afroamerikanarar til bardaga. Teir vildu kvetta tey bond, ið bundu teir, so at teir kundu bróta seg út úr tí vanvirðisligu tilveru, teir høvdu livað í. Teir vildu ikki longur verða trælkaðir av teimum hvítu, men hava menniskjanslig kor sum borgarar í Sambandsríki Amerika. Tað var eitt stríð, sum allur heimurin í spenningi fylgdi við í, og sum við eitt gjørdi ein mann kendan víða um: Martin Luther King. Afroamerikanarar mótmæltu viðferðini ið Rosa Parks fekk og noktaðu at brúka bussarnir, men gingu í staðin, og eftirsum tað í størstan mun vóru afroamerikanarar, ið brúktu bussarnir, vóru bussfeløgini við at fara á húsagang. Stjórnin noyddist tí at broyta lógina, soleiðis, at afroamerikanarar ikki longur skuldu sita aftast í bussinum og heldur ikki vóru noydd til at geva sítt sitipláss til tey hvítu.

Kelduávísingar


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið