Hvalvík
| ||
Postnummar | FO 430 | |
Kommuna | Sunda kommuna | |
Markatal | 24 | |
Íbúgvar (2005) | 218 | |
Hvalvík er ein bygd í Streymoy. Navnið "Hvalvík" sigur frá, at her er ein av góðu hvalvágunum í landinum. Niðri á Hvalvíksoyruni er góð sandstrond, har mong grindin hevur lagt beinini. Til Hvalvíkar hoyra 24 merkur av jørð, 14 av kongsjørð og 10 merkur av ognarjørð. Festini eru trý. Lendið kring bygdina gevur góðar umstøður at reka landbúnað, sum hevur verið sera umráðandi í eldri tíð. Seinni, tá fiskivinnan fór at gera seg galdandi, misti jarðarbrúkið fyri ein part sín týdning. Menn fóru til skips, og síðan hava eisini aðrir vinnuvegir tikið seg upp, eitt nú innan handverk, flutning, aling og innan handil.
Í Hvalvík heldur fyritøkan Norðsetur til, sum hevur smíðað sniðhús síðan 1980. Fyritøkan fekk sær egnan framleiðslubygning í 1983, og hevur síðan smíðað eina ørgrynnu av húsum kring alt landið. Eisini eru hús útflutt til Týsklands. Norðsetur byggir eisini størri virkisbygningar, eitt nú hallir, skrivstovubygningar og handlar. Á bryggjuni í Hvalvík halda eisini aðrar fyritøkur til við goymslubygningum og øðrum.
Kirkjan í Hvalvík er elsta kirkja í landinum. Hon er bygd í 1829, og er bygd úr viði frá skotsku barkini Broon, sum fór á land í Saksun árið fyri. Frammanundan stóð ein eldri kirkja í Hvalvík. Prædikustólurin í Hvalvíkar kirkju varð gjørdur til Havnar kirkju í 1609 og er seinni keyptur til Hvalvíkar. Talan er um eitt sjáldsamt listarverk, ið hevur sína egnu, serligu søgu.
Í Hvalvík er nýggjur dagstovnur bygdur – Barnagarðurin við Kráir, sum rúmar 60 børnum. Skúlin í Hvalvík hevur næmingar frá 1. til 7. flokk, tilsamans úti við 60 børn. Síðan verður hildið fram á Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Bygdin er í vøkstri - fólkatalið liggur omanfyri tey 200, og útlit eru fyri, at hesin vøkstur fer at halda fram. Bygt verður nú inn móti Saksunardali, í natúruvøkrum og friðaligum umhvørvi.
Útvortis ávísing
Sunda kommuna |
---|
Gjógv | Haldórsvík | Hósvík | Hvalvík | Langasandur | Nesvík | Norðskáli | Oyrarbakki | Oyri | Saksun | Streymnes | Tjørnuvík |